Ábyrgd
Ferðsluábyrgdartryggingin er lógarkravd. Hon fevnir um endurgjaldsábyrgd í samband við ferðsluóhapp, har títt akfar ger skaða á aðrar bilar, fólk ella lutir hjá øðrum.
Ert tú so óheppin, at spildurnýggi bilur tín fær stóran skaða, veitir tryggingin endurgjald, ið svarar til kostnaðin á einum tilsvarandi, verksmiðjunýggjum akfari av sama merki, slag og árgangi, sum tað skadda. Treytin fyri, at nývirðisendurgjald kann veitast er tó, at umvælingarkostnaðurin er hægri enn 50% av nývirðinum, at skaðin er hendur innan fyrsta árið við fyrstu skráseting, og at tað skadda akfarið var verksmiðjunýtt, tá tryggingin varð teknað.
Um akfarið er skrokktryggjað veitir henda tryggingin tær hjálp á ferðum uttanlands.
Samstarvsfelagi
okkara, SOS International a/s, veitir hesa tænastu og hjálpir tær. Ring á tel + 45 70 10 50 52.
Vit
mæla til, at tú altíð hevur Reyða kortið við á ferðini. Tað liggur í eisini í tryggingarappini, sum er góð at
taka niður á telefonina, áðrenn tú fert av landinum.
Um tú skalt fáa eina læsta bilhurð upp - ella um tú steðgar upp á føroysku vegnunum og mást hava hjálp til at fáa bilin í gongd aftur ella at flyta bilin, kanst tú ringja til okkara á tlf. 348600 í vanligari arbeiðstíð ella á 548888 eftir arbeiðstíð. Vit endurrinda tá m.a. útreiðslur til kranabil ella tænastubil í hesum sambandi – treytað av, at bilurin ikki er eldri enn fimm ár.
Um tú av óvart hevur fylt skeivt brennievni á bilin hjá tær, fevnir tryggingin um
útreiðslur til at tøma og reinsa brennievnistangan. Harumframt lata vit eisini rætt brennievni á
bilin.
Tað er tó ein treyt, at akfarið ikki er sett í gongd, eftir at skeivt brennievni er fylt
á.
Endurgjaldið er í mesta lagi kr. 4.000 pr. skaða. Goldið verður fyri ein slíkan skaða árliga.
Henda tryggingin fevnir um leysa eykaútgerð. Hetta kann t.d. vera vetrar- ella
summardekk, ið ikki eru fest undir bilin - ella amboð, sum hoyra til akfarið. Endurgjaldið kann tó í mesta
lagið vera kr. 20.000.
Er virðið á tíni leysu eykaútgerð hægri enn hetta, ber til at hækka
tryggingarhæddina.
Bilar, sum fáa stórar skaðar, fella í virði. Men tað leggur hendan tryggingin upp
fyri.
Um bilurin fær ein stóran skaða, sum fer uppum 40% av keypskostnaðinum fyri ein tilsvarandi bil,
og bilurin harvið missir virði, kanst tú við hesum tilvalinum fáa endurgjald fyri virðisminking á 15% av
umvælingarkostaðinum. Treytin er, at skaðin hendir innan tey fyrstu 3 árini, og endurgjaldið kann í mesta lagi
vera kr. 10.000.
Fevnir um smáskaðar sum henda, meðan bilurin er parkeraður - og tú ikki veitst, hvør hevur gjørt skaðan. Fyri at fáa endurgjald fyri Parkeringskaða, má bilurin ikki vera eldri enn 9 ár frá fyrstu skráseting. Endurgjaldið fyri hvønn skaða er 20.000 kr. og goldið verður í mesta lagi fyri ein slíkan skaða árliga.
Hendan tryggingin fevnir um mekaniskar skaðar. Lutir, sum slítast, rusta ella tærast - td. bremsuklossar ella útstoyt- eru tó undantiknir. Mekaniskur skaði kann teknast, um tað ikki eru meiri enn 5 ár síðani, at akfarið fyrstu ferð varð skrásett - og/ella tá tað hevur koyrt meira enn 200.000 km.
Betri Ábyrgdar Biltrygging er lógarkravd og fevnir bert um skaðar á onnur akfør og skaða á fólk.
Betri Grund Biltrygging er best egnað til gomul akfør, ið ikki hava serliga høgt virði. Tú kanst harafturat tekna Bilhjálp í Føroyum sum tilval.
Betri Víðkað Biltrygging fevnir um tað mesta. Tú kanst harafturat tekna Parkeringsskaða, Mekaniskan skaða og Bilhjálp í Føroyum sum tilval.
Betri Einastandandi Biltrygging er til tín, sum vilt hava tað besta av tí besta.