Ábyrgd
Ferðsluábyrgdartryggingin er lógarkravd. Hon fevnir um endurgjaldsábyrgd í samband við ferðsluóhapp, har títt akfar ger skaða á aðrar bilar, fólk ella lutir hjá øðrum.
Ert tú so óheppin, at spildurnýggi bilur tín fær stóran skaða, veitir tryggingin endurgjald, ið svarar til kostnaðin á einum tilsvarandi, verksmiðjunýggjum akfari av sama merki, slag og árgangi, sum tað skadda. Treytin fyri, at nývirðisendurgjald kann veitast er tó, at umvælingarkostnaðurin er hægri enn 50% av nývirðinum, at skaðin er hendur innan fyrsta árið við fyrstu skráseting, og at tað skadda akfarið var verksmiðjunýtt, tá tryggingin varð teknað.
Um akfarið er skrokktryggjað veitir henda tryggingin tær hjálp á ferðum uttanlands.
Samstarvsfelagi
okkara, SOS International a/s, veitir hesa tænastu og hjálpir tær. Ring á tel + 45 70 10 50 52.
Vit
mæla til, at tú altíð hevur Reyða kortið við á ferðini. Tað liggur í eisini í tryggingarappini, sum er góð at
taka niður á telefonina, áðrenn tú fert av landinum.
Um tú skalt fáa eina læsta bilhurð upp - ella um tú steðgar upp á føroysku vegnunum og mást hava hjálp til at fáa bilin í gongd aftur ella at flyta bilin, kanst tú ringja til okkara á tlf. 348600 í vanligari arbeiðstíð ella á 548888 eftir arbeiðstíð. Vit endurrinda tá m.a. útreiðslur til kranabil ella tænastubil.
Um tú av óvart hevur fylt skeivt brennievni á bilin hjá tær, fevnir tryggingin um
útreiðslur til at tøma og reinsa brennievnistangan. Harumframt lata vit eisini rætt brennievni á
bilin.
Tað er tó ein treyt, at akfarið ikki er sett í gongd, eftir at skeivt brennievni er fylt
á.
Endurgjaldið er í mesta lagi kr. 4.000 pr. skaða. Goldið verður fyri ein slíkan skaða árliga.
Henda tryggingin fevnir um leysa eykaútgerð. Hetta kann t.d. vera vetrar- ella
summardekk, ið ikki eru fest undir bilin - ella amboð, sum hoyra til akfarið. Endurgjaldið kann tó í mesta
lagið vera kr. 20.000.
Er virðið á tíni leysu eykaútgerð hægri enn hetta, ber til at hækka
tryggingarhæddina.
Bilar, sum fáa stórar skaðar, fella í virði. Men tað leggur hendan tryggingin upp
fyri.
Um bilurin fær ein stóran skaða, sum fer uppum 40% av keypskostnaðinum fyri ein tilsvarandi bil,
og bilurin harvið missir virði, kanst tú við hesum tilvalinum fáa endurgjald fyri virðisminking á 15% av
umvælingarkostaðinum. Treytin er, at skaðin hendir innan tey fyrstu 3 árini, og endurgjaldið kann í mesta lagi
vera kr. 10.000.
Hendan tryggingin fevnir um mekaniskar skaðar. Lutir, sum slítast, rusta ella tærast - td. bremsuklossar ella útstoyt- eru tó undantiknir. Mekaniskur skaði kann teknast, um tað ikki eru meiri enn 5 ár síðani, at akfarið fyrstu ferð varð skrásett - og/ella tá tað hevur koyrt meira enn 200.000 km.
Betri Ábyrgdar Biltrygging er lógarkravd og fevnir bert um skaðar á onnur akfør og skaða á fólk.
Góð trygging til tín tørv.
Grund er ein skrokktrygging, sum fevnir um teir vanligastu skaðarnar á bilinum. Tú kanst harafturat velja bilhjálp í Føroyum og parkerkerinsskaða sum tilval.
Meira trygd fyri teg og bilin.
Víðkað gevur tær meira umfatandi dekning, tí hon fevnir eisini um leigubil og virðisminking. Tú kanst harumframt eisini velja mekaniskan skaða sum tilval.
Betri Einastandandi Biltrygging er til tín, sum vilt hava tað besta av tí besta.